Til Strendur vit fara:)

Visti tú av, at tey eisini hava eitt ungdómshús á Strondum? Well - tað hava tey, og nú fara vit at vitja.

Vit fara herfrá kl. 19.30 og koyra av Strondum aftur kl. 22.00

Kom við ein túr - tað verður heilt sikkurt bæði hugnaligt og stuttligt:)

Skriva teg upp hjá einum av starvsfólkunum í seinasta lagið mánakvøldið 22. apríl - bara so vit vita, hvussu stóran buss vit skulu finna

Húsið er stongt í kvøld - opið aftur sum vanligt í morgin

Byrjar:
24.04.2024 - KL. 19:30
Endar:
24.04.2024 - KL. 22:30

Komandi tiltøk

20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna
21 mai
2024
KVISS við Jeggi - børn
Veitst tú eina rúgvu um alt møguligt? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna :)Hesaferð snýr tað seg um fisk, skip, seyð, fjøll og so framvegis. Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt :)
05 juni
2024
Húsið stongt - Grundlógardagur